Fleiri republikanarar úr umsitingini hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum George W. Bush hava meldað seg úr republikanska flokkinum.
Orsøkin er, at teir eru ónøgdir við, at nógvir fólkavaldir republikanarar ikki hava tikið frástøðu frá fyrrverandi forsetanum, Donald Trump, eftir at útsøgnirnar hjá honum um valsvik elvdu til eitt álop á Kongressina 6. januar.
Sambært tíðindastovuni Reuters var vónin, at republikanski flokkurin fór at flyta seg víðari frá Trump, eftir at hann tapti forsetavalið í november, og at flokkurin fór at vísa ákærunum um valvik aftur.
Men nú flestu republikansku kongresslimirnir geva Trump viðhald, siga fleiri, at tey ikki longur kenna tann flokkin, tey hava tænt.
Summi hava meldað seg úr flokkinum, onnur hava skrásett seg sum uttanflokkafólk, og onnur hava tikið avgerð um ikki at endurnýggja sín límaskap í flokkinum.
Talan er um uml. 60-70 republikanarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald