Í gjár hevði fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump veljarafund í Sarasota í Florida. Á fundinum fanst hann hvassliga at ákærumyndugleikanum í New York.
Orsøkin var, at The Trump Organization og fíggjarstjórin í fyritøkuni eru ákærd fyri skattasvik.
– Talan er í veruleikanum um óregluligan atburð hjá akærumyndugleikanum. Tað er sera, sera ræðuligt, segði Trump við túsundatals áhoyrarar, sum vóru møttir upp.
Hósdagin segði fíggjarstjórin í The Trump Organization, Allan Weisselberg, sum hevur arbeitt fyri Trump í 48 ár, at hann var ósekur í ákærunum um umfatandi skattasvik.
Sambært ákærunum hevur Weisselberg m.a. snýtt fyri 1,7 mia. dollarar í skatti. Hann er leyslatin og hevur fingið boð um at lata passið hjá sær inn, skrivar Ritzau.
Hetta málið er tað fyrsta eftir tvey ára langa kanning av fyritøkuni hjá Donald Trump. Hetta, umframt onnur mál, kann ávirka avgerðina hjá fyrrverandi republikanska forsetanum um, hvørt hann skal stilla uppaftur til valið í 2024 ella ikki.
Á veljarafundinum segði Trump, at ákærurnar vóru politiskt motiveraðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald