Fyrr í vikuni frættust tíðindini, at Facebook hevur bannlýst fleiri fólk, sum sosiali miðilin metur hevur spreitt haturstalu. Millum teirra var danski stovnarin av Stram Kurs, Rasmus Paludan, men ein rúgva av kendum høgravendum amerikanarum vórðu eisini bannlýstir.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðar frá, at hann stuðlar teimum, Facebook hevur bannað.
Eisini finst hann at sosialu miðlunum. Tað ger hann í fleiri dagføringum á Twitter.
- Eg haldi framvegis eyga við censurinum av amerikonskum borgarum á sosialu miðlunum. Hetta er USA - vit hava talufrælsi. Vit eygleiða og halda eyga við hesum, skrivaði Trump m.a. á Twitter fríggjadagin.
Fleiri kendir høgravendir amerikanarar vórðu bannlýstir av Facebook aftaná trýst frá bæði lóggevum og umheiminum.
Sambært Facebook er tað tilfarið, sum hvør einstakur hevur deilt, og eisini tað, sum viðkomandi hevur gjørt uttanfyri Facebook, sum er orsøkin til, at viðkomandi er vorðin bannlýstur.
Av hesu orsøk er Facebook komin til ta niðurstøðu, at tey hava brotið reglurnar hjá miðlinum, skrivar DR.
Tey, sum eru vorðin bannlýst av Facebook og Instagram, sum Facebook eisini eigur, eru m.o. Paul Joseph Watson, sum er kendur frá YouTube, og konspiratiónsteoretikarin Alex Jones, sum er kendur úr Infowars. Bretski provokatørurin Milo Yiannopoulos er eisini millum teirra, ið varð bannlýstur av Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald