Amerikanski forsetin, Donald Trump er nú ikki longur skrásettur sum búsitandi í New York.
Á Twitter boðar hann nevniliga frá, at hann hevur flutt bústað til Palm Beach í Florida.
Higartil hevur Trump havt sín varandi bústað í New York, ein íbúð ovast í Trump Tower á Fifth Avenue í New York City.
Orsøkin til flytinginina er, sambært Trump, at tey í New York ikki eru farin væl við honum.
- Hóast eg á hvørjum ári havi goldið mió. av dollarum í skatti til býin og statin, eri eg vorðin illa viðfarin av politisku leiðarunum í statinum og býnum, skrivar Trump á Twitter.
Andrew Cuomo, guvernørur í New York svaraði soleiðis aftur í tíðindaskrivi:
- Góða eydnu. Trump rindaði alíkavæl ikki skatt her. Gerið so væl, Florida.
Sambært Politiken verður tað frítíðarstaðið hjá Trump, Mar-a-Lago í Palm Beach, sum verður nýggi bústaður hansara. Trump hevur áður hildið til har um veturin, og síðan han gjørdist forseti, hevur hann verið har í tilsamans 99 dagar. Síðan hann gjørdist forseti hevur hann bert verið í Trump Tower í 20 dagar tilsamans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald