Uttanlands

Trump: Fólkið veit hvør eg eri

Hann er stóri favoritturin í veljarakanningum, og tað er m.a. orsøkin til, at hann ikki ætlar sær at luttaka í sjónvarpskjaki saman við hinum republikansku forsetavalevnunum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-08-21 07:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin byrjar republikanska valstríðið av álvara, tá fleiri forsetavalevni fyri fyrstu ferð skulu luttaka í sjónvarpskjaki, sum verður víst á Fox News.

Men republikanski favoritturin, fyrrverandi forsetin Donald Trump, verður ikki við, skriva fleiri miðlar.

Í dagføring á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, vísir Trump á at hann er greitt á odda í veljarakanningum, og sigur, at hann hevur havt eina góða tíð í Hvítu Húsunum.

– Fólkið veit, hvør eg eri, og hvussu væleydnað forsetatíðin hjá mær var.

Í veljarakanning, sum CBS almannakunngjørdi í gjár, fær Trump stuðul frá 62 prosent av republikansku veljarunum, meðan guvernørurin í Florida, Ron DeSantis fær 16 prosent. Hini vælevnini hava undir 10 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder