Úrslitið av ríkisrættarmálinum móti Donald Trump um valdsmisnýtslu gjørdist greitt í kvøld. 48 atkvøddu fyri at døma hann sekan meðan 52 fríkendu amerikanska forsetan, Donald Trump.
Ein meiriluti atkvøddi eisini fyri at fríkenna Donald Trump í øðrum ákærupunkti, sum snúði seg um at forða kanningararbeiðinum hjá kongressini, skrivar dr.dk.
Trump fer í annaðkvøld alment at viðmerkja fríkenningina, men hevur longu í kvøld lagt eitt video á Twitter, sum skal ímynda, at hann verður sitandi í forsetasessinum í allar ævir.
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) February 5, 2020
Ríkisrættarmálið móti Donald Trump er tað triðja av sínum slag í USA. Seinast var í 1999 móti Bill Clinton, og tað fyrsta í 1868.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald