Uttanlands

Trump: Guvernørurin er orsøk til eldsbrunarnar

Donald Trump og Gavin Newsom, sum Trump nú kallar 'Newscum', hava verið í orðadrátti fyrr

Gavin Newsom, guvernørur (peikandi), skoðaði í gjár skaðarnar í Palisades býarpartinum saman við Alex Padilla, ssenatori í Kalifornia, og Karen Bass, borgarstjóra í Los Angeles (Mynd: EPA)

Gavin Newsom, guvernørur (peikandi), skoðaði í gjár skaðarnar í Palisades býarpartinum saman við Alex Padilla, ssenatori í Kalifornia, og Karen Bass, borgarstjóra í Los Angeles (Mynd: EPA)

2025-01-09 08:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, gevur Joe Biden, forseta, og Gavin Newsom, guvernør í Kalifornia, skuldina fyri ógvusligu og oyðileggjandi náttúrueldarnir, sum í løtuni herja Los Angeles.

Í einum uppslagi á Truth Social skrivar hann, at Newsom hevur sýtt fyri at skriva undir kunngerð um endurbygging av vatnskipanini, sum varð løgd fyri honum.

Trump heldur, at um henda ætlan varð gjøgnumførd, hevði Kalofornia, og herundir økið, sum nú stendur í ljósum loga, fingið at gongd til milliónir litrar av vatni.

Í uppslagnum á Truth Social vísir Trump á, at eldsbrunarnir í Los Angeles í pengum kunnu gerast teir álvarsligastu í søguni hjá USA. Hann skrivar eisini, at ivasamt er, um tryggingarfeløgini eru før fyri at endurrinda fyri vanlukkuna.

Og í uppslagnum gevur hann eisini guvernørinum eitt nýtt navn.

- Hetta er eitt dømi um, og lýsandi fyri, dugnaloysið og vanstýringina hjá duoini Biden/Newscum, skrivar komandi forsetin, og leggur afturat: - 20. januar kann ikki koma nóg skjótt.

Tá Trump seinast var forseti var hann í orðastríði við governørin í Kalifornia. Trump helt, at eldarnir, sum tá herjaðu, vóru orsaka av vánaligari stýring í skógarrakstrinum, og helt at tey áttu at hugt nærri eftir hvar Norðurlond gera.

Hann hevur eisini skuldsett Newsom fyri at hava ábyrgdina av vatntrotinum í Kalifornia, sum, sambært serfrøðingum, er íkomið av verðurlagsbroytingum, skrivar NRK. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder