Uttanlands

Trump: Hann átti at verið tikin av døgum fyri nógvum árum síðani

Qassem Soleimani drap nógv fólk, og í Iran bæði ræddust og hataðu fólk hann, sigur Trump

Qassem Soleimani (Mynd: EPA)

Qassem Soleimani (Mynd: EPA)

2020-01-03 16:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Qassem Soleimani generalur hevur dripið ella sært fleiri túsund amerikanarar, og ætlaði hann at drepa nógv afturat.

Soleiðis sigur amerikanski forsetin, Donald Trump í einari røð av dagføringum á Twitter eftir at hava givið boðini um at fremja álopið í Bagdad, sum tók iranska generalin av døgum.

- Qassem Soleimani generalur hevur dripið ella sært fleiri túsund amerikanarar yvir eitt longri tíðarskeið, og tað var hansara ætlan at drepa nógv afturat. Men hann varð tikin! Hann var beinleiðis og óbeinleiðis sekur í at hava dripið fleiri milliónir fólk, harav eisini eina rúgvu av mótmælisfólkum í Iran herfyri, skrivar Trump.

Ovasti andaligi leiðarin í Iran ayatollah Ali Khamenei hevur boðað frá, somuleiðis á Twitter, at Iran ætlar at hevna seg inná USA fyri drápið á Qassem Soleimani.

Les eisini: Iranski leiðarin: Vit fara at hevna okkum

Í dagføring sínari heldur Trump fram við at siga, at fólkini í Iran yvirhøvur ikki eru so kedd um hendingina, sum ayatollah Ali Khamenei vil vera við, og átti Soleimani at verið dripin fyri langari tíð síðani.

- Hóast Iran ongantíð veruliga fer at viðganga hetta, so bæði hataðu og ræddust tey hann har. Tey eru ikki so kedd, sum leiðararnir royna at yvirbevísa umheimin um. Hann átti at verið tikin av døgum fyri nógvum árum síðani.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder