Uttanlands

Trump: Hetta er valdsmisnýtsla

Við at náða Hunter Biden, hevur Joe Biden misnýtt valdið hjá sær, sigur Donald Trump

Donald Trump verður tikin í eið sum forseti 20. januar (Mynd: EPA)

Donald Trump verður tikin í eið sum forseti 20. januar (Mynd: EPA)

2024-12-02 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Við at náða son sín, Hunter Biden, hevur amerikanski forsetin, Joe Biden misnýtt valdið hjá sær.

Tað skrivar komandi amerikanski forsetin, Donald Trump í dagføring á sín egna sosiala miðil, Truth Social.

Les eisini: Joe Biden náðar sonin, Hunter Biden

– Umfatar náðingin, sum Joe hevur givið Hunter eisini J-6 gíslarnar, sum nú hava sitið fongslaðir í áravís? Hetta er valdsmisnýtsla og rættarligt órættvísi, skrivar Trump.

"J-6 gíslar" vísir til viðhaldsfólk hjá Trump, sum eru blivin fongslað í sambandi við álopið á Kongressina 6. januar 2021, tá roynt varð at steðga formligu góðkenningina av valúrslitium av forsetavalinum í 2020, har Biden vann á Trump. Sambært Trump var valsvik orsøkin til, at hann tapti valið.

20. januar verður Trump tikin í eið sum forseti, og hann hevur boðað frá, at hann vil brúka vald sítt at náða fólk, sum luttóku í álopinum á Kongressina.

Yvir 1500 fólk eru skuldsett í sambandi við álopið, og nærum 1000 hava játtað seg sek fyri ymisk brotsverk, skrivar Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder