Uttanlands

Trump hevur ætlanir um fleiri skattalættar

Trump lovar lægri skatt, um hann verður afturvaldur á forsetavalinum í november

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-06-15 14:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fólk í USA kunnu vænta skattalættar, um Donald Trump verður afturvaldur til forseta.

Tað segði hann í øllum førum sjálvur í røðu, sum hann helt í West Palm Beach í Florida í gjár.

Trump var forseti í árunum 2017 til 2021, og meðan hann varð forseti varð samveldisskatturin fyri vinnufeløg m.a. lækkaður úr 35 prosent niður í 21 prosent. Hetta stendur tó til at fara úr gildi í 2025, skrivar Reuters.

Men sambært Trump eigur hetta at vera varandi, og hann sigur seg eisini ynskja at lækka skattin uppaftur meira, serliga hjá fólki við miðalinntøkum.

Forsetavalið í USA verður 5. november, og Trump væntast formliga at verða valdur til forsetavalevni hjá republikanarunum á landsfundi hjá flokkinum miðskeiðis í juli.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder