
Hvíta Húsið upplýsir, at Donald Trump í dag hevur lýst undantøkustøðu fyri Louisiana, av tí at staturin í sunnara parti av USA einaferð í dag verður raktur av ódnini Barry. Fox News skrivar, at forsetin hevur millum annað givið Homeland Security mynduleika at skipa fyri, at tað verður gjørt klárt at taka ímóti ódnini, sum er vaksandi í styrki og nærkast amerikanska meginlandinum.
John Bel Edwards, guvenørur í Louisiana, lýsti undantaksstøðu mikudagin. Hann hevur heitt síðani á forsetan um eisini at gera tað. Hetta fyri at gera pening og tilfeingi tøkt til at verja ímóti ódnini.
Barry fer at hava ógvuliga nógv regn við sær, ið fer at føra til vatnflóð ymsastaðni, og vindurin fer at vera í ódnarstyrki. Hetta kann skapa ógvulligar skaðar, og tað setur íbúgvarnar í Louisiana í ein ávísan vanda. Summi eru longu flýdd, og onnur hava veruliga fyrireika seg til, at ódnin rakar. Hetta verður helst einaferð seinni í dag ella leygarmorgunin (amerikanska tíð)
í 2005 rakti ódnin Katrina Louisiana sera meint. Tað verður mett, at upp ímóti 2,000 fólk doyðu orsakað av henni og matriellu skaðarnir vóru ikki smáir. Reuters skrivar, at mynduleikar óttast at Barry fer at hava líknandi styrki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald