Uttanlands

Trump hevur undirskrivað koronakreppupakka

Seinastu vikuna hevur hann annars noktað at undirskriva lógaruppskotið, sum bæði Senatið og Umboðsmannatingið hevur samtykt, men í nátt skrivaði hann undir kortini

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2020-12-28 09:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, undir eitt lógaruppskot, sum inniheldur ein koronakreppupakka á næstan 900 mia. dollarar.

Donald Trump hevur annars í nærum eina viku noktað at undirskriva lógaruppskotið, sum varð samtykt av bæði Senatinum og Umboðsmannatinginum.

Umframt koronakreppupakkan inniheldur lógaruppskotið eisini eina játtan á 1.400 mia. dollarar til fígging av almenna geiranum.

Fleiri mió. av amerikanarum stóðu annars til at missa víðkaða arbeiðsloysisstuðulin um vikuskiftið, og eisini var vandi fyri, at partar av almenna geiranum fóru at lata aftur, um lógaruppskotið ikki varð undirskrivað. Í nátt boðaði Trump tó frá, at hann hevði skrivað undir.

Sambært CNN hevði amerikanski forsetin áður sagt, at hann fór at skriva undir, so skjótt hann fekk lógaruppskotið, men týsdagin boðaði hann frá, at hann var ónøgdur við lógaruppskotið, og vildi hann hava Kongressina at broyta tað.

Sambært Ritzau var hann serliga ónøgdur við, upphæddina á 600 dollarar, sum øll, sum forvunnu minni enn 75.000 dollarar í fjør, fáa í beinleiðis stuðli frá landinum. Trump ynskti at hækka upphæddina til 2.000 dollarar. Hesum tóku demokratarnar undir við, men ikki republikanski flokkurin.

Tað er ikki greitt, hví Trump broytti meining og skrivaði undir kortini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder