Fleiri høvdu longu gitt tað, og í gjárkvøldið boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump, frá, at hann hevði valt samveldisdómaran Amy Coney Barrett til hægstarættin.
– Tú ert frálík. Tú ert sera skikkað til hetta arbeiðið, segði Trump á tíðindafundinum í gjár um 48 ára gomlu Amy Coney Barrett.
Nýggja dómaravalevnið hjá Trump er gift við sjey børnum, og hevur hon verið samveldisdómari í Wisconsin, Illinois og Indiana síðan 2017. Amerikanskir miðlar lýsa hana sum sera konservativa, skrivar Ritzau.
Amy Coney Barrett sigur seg ikki taka undir við at herða vápnalógina, men hon sigur seg tó taka undir við at herða fosturtøkulógina.
Senatið skal fyrst góðkenna tilnevningina hjá Trump, áðrenn Amy Coney Barrett kann gerast hægstarættardómari, men av tí at republikanarar hava meirilutan í senatinum, verður væntað, at hetta fer ígjøgnum.
Amy Coney Barrett er triði hægstirættardómarin, sum Trump hevur peikað á í sínum fyrsta valskeiði sum forseti. Frammanundan hevur hann longu peikað á Neil Gorsuch og Brett Kavanaugh í ávikavíst 2017 og 2018.
Sleppur Amy Coney Barrett at yvirtaka sessin hjá Ruth Bader Ginsburg, sum andaðist 18. september, fer amerikanski hægstirætturin at hava ein konservativan meiriluta á seks móti trimum dómarum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald