Uttanlands

Trump hevur vunnið Pennsylvania

Reuters og Fox News hava eisini skýrt fyrrverandi forsetan vinnara í Wisconsin - og sum vinnara sum heild. Donald Trump sær út til at vinna á Kamalu Harris í øllum sveiggj-statunum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-11-06 07:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ovfarakæti í Donald Trump-leguni, nú tað bert er ein spurningur um tíð, til 78-ára gamli republikanarin verður endaliga staðfestur sum vinnari av forsetavalinum.

Reuters tíðindastovan og Fox News, ið er ein republikanskt-vinarligur miðil, hava longu skrivað, at Trump er vinnarin í stríðnum við Kamalu Harris.

Tey hava skyrt hann sum vinnara í statinum Wisconsin eisini. Har er Donald Trump í løtuni eini fýra prosent frammanfyri Harris.

Stóru amerikansku miðlarnir, umframt Reuters, hava skrivað, at Pennsylvania eisini fer til Donald Trump. Hetta er lyklastaturin.

AP-tíðindastovan hevur nú eisini váttað hetta.

Tó er tað kanska ikki neyðugt kortini: Sambært uppteljingini, sum millum annað sæst á tv2.dk, fer Donald Trump at vinna allar sjey "sveiggj-statirnar". Tað vil siga teir, sum veruligt ivamál var, um áðrenn valstøðini lótu upp í gjár.

Harvið sær út til gerast um ein stórsigur til Donald Trump, sum eisini var forseti frá 2017 til 2021. Hann hevur í løtuni 267 valmen og ferskjótt uppum teir neyðugu 267.

Dagført: 07.38

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder