Uttanlands

Trump: Hormuzsundið verður amerikanskt øki

Iran fer ikki at lata seg hótta av USA, sigur iranski varauttanríkismálaráðharrin.

Amerikanski forsetin, Donald Trump á veljarafundi í New York fríggjadagin (Mynd: Ken Cedeno/Reuters/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump á veljarafundi í New York fríggjadagin (Mynd: Ken Cedeno/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-08-15 17:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur, at hann fer at lýsa Hormuzsundið sum amerikanskt øki, tá kríggið millum USA og Iran er av.

– Tá vit eru liðug at vinna á Iran, sum er við at líða ein stóran ósigur, fari eg skjótt at lýsa Hormuzsundið sum amerikanskt øki, segði hann á veljarafundi í New York fríggjadagin.

Stríðið um Hormuzsundið byrjaði eftir álopini hjá USA og Ísrael á Iran 28. februar. Tá stongdi Iran sundið, sum er ein týðandi handilsleið fyri m.a. olju. Sum aftursvar stongdi USA iranskar havnir.

Stongsulin av Hormuzsundinum hevur havt við sær stórar hækkingar av oljuprísunum. Áðrenn kríggið varð umleið ein fimtingur av oljuni í heiminum flutt umvegis Hormuzsundið.

Iranski varauttanríkismálaráðharrin sigur, sambært Ritzau, at Iran ikki fer at lata seg hótta av USA, og verður Hormuzsundið bert latið upp og aftur av Iran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder