Uttanlands

Trump hóttir við tiltøkum móti Turkalandi

Er eisini til reiðar at senda amerikanska herin inn í Sýria aftur

(Savnsmynd: Shutterstock)

(Savnsmynd: Shutterstock)

2019-10-15 09:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Donald Trump, forseti USA hevur tosað í telefon við turkiska starvsbróðir sín, Recep Tayyip Erdogan, og biðið hann um at støðga innrásini í Sýria.

Trump undirskrivaði í gjárkvøldið eina fyriskipan, sum setir í verk ávís tiltøk móti Turkalandi, skrivar AFP-tíðindastovan.

Á Twitter kunngjørdi forsetin eisini, at eitt nú verður tollurin fyri stál úr Turkalandi hækkaður til 50 prosent. Orsøkin er turkisku álopini á Sýria, skrivaði forsetin.

Mike Pence, varaforseti sigur í eini samrøðu, at Trump forseti hevur tosað við Erdogan í telefon og biðið hann um at støðga við innrásini í stundini.

Boðað var eisini frá, at verandi samráðingar um eina handilsavtalu við Turkaland við 100 milliarda virði støðga í stundini.

Trump hevur eisini endurtikið, at hann er til reiðar at ”oyðileggja búskapin hjá Turkalandi”, um landið heldur fram á hesi ”vandamiklu og oyðileggjandi leið”.

Forsetin hevur eisini sagt, at amerikansku hermenninir, sum eru tiknir út úr norðara parti av Sýria, skjótt kunnu sendast inn í økið aftur fyri at fáa tamarhald á støðuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder