Uttanlands

Trump: Jordan og Egyptaland skulu taka ímóti palestinum

Nærum alt í Gaza er rivið niður, so fólk doyggja har, sigur amerikanski forsetin

Donald Trump helt røðu í Las Vegas í gjár (Mynd: EPA)

Donald Trump helt røðu í Las Vegas í gjár (Mynd: EPA)

2025-01-26 14:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jordan og Egyptaland eiga at taka ímóti palestinum úr Gaza, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.

Hann hevur tosað í telefon við kongin í Jordan, Abdullah II um eina møguliga ætlan um at byggja bústaðir og flyta yvir eina millión palestinar úr Gazageiranum til onnur lond, og eisini fer hann at tosa við egyptiska forsetan Abdel Fattah el-Sisi um málið í dag, segði hann við journalistar í flogfarinum Air Force One á veg úr Las Vegas til Miami.

– Tað snýr seg um hálvaaðra millión fólk, og vit rudda bara alt, sigur Trump.

– Nærum alt er rivið niður, og fólk doyggja har, so eg vil helst samstarva við arabisk lond og byggja bústaðir aðrastaðni, har eg haldi, at tey kanska kunnu liva í friði.

Sambært amerikanska forsetanum kann talan vera um eina fyribils ella varandi loysn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder