Tað verður klokkan 11 í dag lokala tíð – klokkan 13 okkara tíð – at flogfarið við Donald Trump Jr. umborð eftir ætlan lendir í nýggju altjóða floghavnini í Nuuk.
Tað upplýsir skrivstovustjórin í grønlendska uttanríkismálaráðnum, Mininnguaq Kleist, fyri Ritzau tíðindastovuni.
Hann undirstrikar, at talan er um eina privata vitjan, og at tað ikki er nøkur avtala um fund við grønlendska landsstýrið. Sambært skrivstovustjóranum verður roknað við, at vitjanin í Grønlandi varðar í fýra til fimm tímar.
Donald Trump Jr. (Mynd: EPA)
Vitjanin hjá Donald Trump Jr. hevur fingið stórt uppmerksemi, tí pápi hansara, sum tekur við sum amerikanskur forseti 20. januar, hevur havt tankar frammi um at gera Grønland til ein part av USA.
Sjálvur hevur Junior í einum poddi gjørt greitt, at hann ikki fer til Grønlands at føra politiskar samráðingar. Endamálið er, sambært AP tíðindastovuni, at gera upptøkur í sambandi við júst henda poddin, sum eitur “Triggered with Don Jr.”
Miðlasøgurnar gjørdust styrktar, tá danska kongshúsið í gjár boðaði frá, at ætlaða vitjanin hjá Muté B. Egede, landsstýrisformanni, á Amalienborg mikudagin, er avlýst við stuttum skoðbrái.
Egede sigur í hesum sambandi við Ritzau, at avlýsingin av møtinum við kong als ikki hevur samband við vitjanina hjá Donald Trump Jr. í Grønlandi.
Grønlendska kringvarpið, KNR, hevur borið tíðindi um, at Trump skal hitta landsstýrismannin, Erik Jensen, sum er formaður fyri stjórnarflokkin Siumut, hetta tí hann fyrr hevur sagt, at Donald Trump skal vera vælkomin til Grønlands. Men hesum hevur Erik Jensen, sum er landsstýrismaður við fíggjar- og skattamálum, víst aftur.
Donald Trump Jr. kemur til Grønlands í privatflogfarinum hjá pápanum, kallað “Trump Force One”, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald