Uttanlands

Trump: Kanska mugu vit bara gera tað aftur

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump helt røðu í Washington D.C. týsdagin, har hann enn einaferð nevndi møguleikan at stilla uppaftur til forsetavalið í 2024

Týsdagin vitjaði Trump fyri fyrstu ferð í Washington D.C., síðan hann flutti úr Hvítu Húsunum í januar í fjør (Mynd: EPA)

Týsdagin vitjaði Trump fyri fyrstu ferð í Washington D.C., síðan hann flutti úr Hvítu Húsunum í januar í fjør (Mynd: EPA)

2022-07-28 17:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin var Donald Trump aftur í amerikanska høvuðsstaðnum Washington D.C. fyri fyrstu ferð, síðan hann fór úr forsetaembætinum í januar 2021.

Hetta var í sambandi við toppfundi hjá tankasmiðjuni America First Policy Institute, har hann helt røðu.

Í hesum sambandi sipaði hann enn einaferð til, at valsvik varð framt í sambandi við forsetavalið í 2020, og at hann møguliga fór at stilla uppaftur á næsta vali.

– Tað valið var ein vanlukka. Ein háðan móti landi okkara, segði hann.

– Kanska mugu vit bara gera tað aftur.

Sambært Ritzau hevur Trump enn ikki váttað ella víst aftur, at hann fer at stilla upp enn einaferð. Seinastu árini hevur hann tó fleiri ferðir nevnt møguleikan.

Røðan hjá Trump skuldi snúgva seg um politikkin hjá republikanarunum  í sambandi við miðskeiðisvalið, sum verður í november, og fáar tímar undan røðuni hjá Trump helt Mike Pence, ið var varaforseti undir Trump, eisini eina røðu í Washington. Røða hansara snúði seg um at hugsa um framtíðina heldur enn fortíðina.

– Summi hugsa nógv um fortíðina. Men val snúgva seg um framtíðina. Eg haldi, at konservativ mugu hugsa um framtíðina fyri at vinna valdið aftur, segði hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder