Uttanlands

Trump koyrir trygdarstjóra sum vardi valúrsliti frá

Trump forseti hevur koyrt stjóran fyri amerikanska stovnin fyri teldutrygd og infrakervi (CISA), Chris Krebs.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-11-18 09:15 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Trump skrivar á Twitter, at Krebs er koyrdur, tí hann er komin við “rættiliga óneyvum” útsøgnum um trygdina av amerikanska forsetavalinum.

Trump grundgevur fyri uppsøgnin við tveimum “tweetum”, sum bæði eru frámerkt av Twitter við orðunum: Uppáhaldi um valsvik er villleiðandi.

Chris Krebs hevur fleiri ferðir víst aftur uppáhaldinum hjá Trump forseta um, at tað er svika við valinum. Millum annað skrivaði hann 13. november á Twitter:

-Amerika, vit hava álit á trygdini av tínari atkvøðu, tað burdi tú eisini havt.

CISA stóð fyri dátutrygdini til forsetavalið.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder