Uttanlands

Trump legði eftir borgarstjóranum áðrenn vitjanina í London

Elizabeth drotning tók ímóti amerikansku forsetahjúnunum á Buckingham Palace í dag

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-06-03 14:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump og frúan, Melania Trump, komu í dag á almenna vitjan í Onglandi.

Eftir at forsetaflogfarið, Air Force One, hevði sett seg á Stanstead flogvøllinum, vórðu forsetahjúnini flogin inn til London í egnari tyrlu, sum var send frammanundan. Forsetahjúnini skulu búgva hjá amerikanska sendiharranum meðan tey eru í bretska høvuðsstaðnum.

Legði eftir borgarstjóranum
Tað mest sermerkta við vitjanini í dag var tó, at beint áðrenn forsetin setti fórin á bretska jørð á vitjanini hesaferð, kom hann við eini ógvusligari viðmerking til borgarstjóran í London, Sadiq Kahn, sum í The Observer um vikuskiftið hevur talað ímóti at rulla reyðu langmáttuna út fyri amerikanska forsetanum, tí tað er tað sama, sum at góðtaka víðgongda høgrapolitikkin hjá amerikanska forsetanum.

Trump sendi honum eina heilsan aftur á Twitter:

Her sigur forsetin, at Kahn hevur gjørt tað vánaligt sum borgarstjóri, hevur uppført seg sum eitt vittugi mótvegis vitjandi amerikanska forsetanum og er ein ísakaldur tapari, ið skuldi syrgt fyri at gjørt okkurt við lógloysið í London heldur enn at havast at sær.

Kahn kallar álopið frá forsetanum fyri barnsligt.

Hátíðarhalda 75 árið fyri D-dagin
Um middagsleitið vitjaðu forsetahjúnini á Buckingham Palace, har Elisabeth drotning tók ímóti saman við Charles krúnprinsi og konu hansara, hertúginnuni av Cornwall.

Í morgin skal Trump hitta fráfarandi forsætisráðharran, Theresa May. Evnið á tí fundinum verður veðurlagsbroytingar og kinverski kt-risin Huawei, skrivar BBC.

Mikudagin verða amerikansku forsetahjúnini í Suðuronglandi í sambandi við at 75 ára dagurin fyri D-dagin, stóra álopið hjá teimum sameindu á norðurstrond Fraklands undir øðrum heimsbardaga, verður hátíðarhildin.

[object Object](Mynd: EPA)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder