Uttanlands

Trump leggur toll á vørur úr Meksiko, Kanada og Kina

Hetta verður eftir ætlan galdandi frá 4. februar

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-02-02 11:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár undirskrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump eina løgskipan, sum fer at leggja toll á vørur úr Meksiko, Kanada og Kina. Hetta fer væntandi í gildi týsdagin 4. februar.

Tollur á 25 prosent verður lagdur á nærum allar vørur úr Meksiko og Kanada, meðan 10 prosent verður lagt á allar vørur úr Kina. 10 prosent verða eisini lagt á olju úr Kanada.

Trump hevði frammanundan boðað frá avgerðini um at leggja toll á vørur hjá trimum teimum størstu handilsfelagunum hjá USA.

Grundgevingin er, at Kanada og Meksiko sambært amerikanska forsetanum viðvirka til eina heilsukreppu og tilflytarakreppu í USA, tí at ov nógvir tilflytarar úr Meksiko koma inn í USA ólógliga, umframt at ov stórar nøgdir av pínustillandi evninum fentanyl koma inn á amerikanska marknaðin úr hesum londum. Á hvørjum ári doyggja túsundatals amerikanarar av fentanylmisnýtslu.

Sambært Ritzau hevur Tump eisini hótt við at leggja toll á vørur úr ES.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder