Uttanlands

Trump leggur veto móti at taka seg aftur úr krígnum í Jemen

Kongressin atkvøddi annars fyri at hála amerikanska herin úr krígnum

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-04-17 11:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

Amerikanska Kongressin atkvøddi tann 4. apríl fyri at amerikanski herurin skuldi taka seg aftur úr krígnum í Jemen. Tað er Saudiarabia, sum stendur á odda í krígnum.

Men hóast Kongressin hevur atkvøtt fyri at taka herin úr krígnum, so verður ikki so. Donald Trump, forseti í USA, hevur lagt veto móti at herurin tekur seg aftur.

Tað eina kamari í Kongressini, Senatið, atkvøddi í mars fyri at steðga amerikansku luttøkuni í krígnum, og tann 4. apríl atkvøddi hitt kamarið, Umboðsmannatingið, fyri tí sama. Tí varð Trump noyddur at leggja niður veto fyri at broyta avgerðina hjá Kongressini.

USA stuðlar teimum sameindu í krígnum, sum verða leiddir av Saudiarabia. Men Saudiarabia hevur fingið ógvusligar atfinningar, og serliga eftir at saudiarabiski journalisturin Jamal Kashoggi varð dripin á saudiarabisku sendistovuni í Istanbul í oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder