Uttanlands

Trump lovar løgregluni í Kenosha fleiri pengar

Amerikanski forsetin hevur vitjað býin har ógvuslig mótmæli hava verið móti løgregluharðskapi

2020-09-02 07:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur ætlanir um at økja stuðulin til løgregluna í Kenosha og eisini stuðla handilslívinum í býnum við fleiri milliónum dollarum orsaka av ófriðinum í býnum.

Tað segði forsetin undir vitjan síni í býnum, sum liggur í statinum Wisconsin. Fleiri antirasistisk mótmæli og mótmælisgongur hava verið móti løgregluharðskapi í býnum hesar seinastu vikurnar.

- Vit taka okkum av tí. Vit vilja hjálpa íbúgvunum við at endurbyggja teirra fyritøkur í Kenosha, segði Donald Trump.

Hann lovaði eisini eina millión dollarar til løgregluna í býnum, so hon kann megna at støðga ófriðinum.

Handlar og fyritøkur, hvørs virksemi hevur verið rakt av ránum, fingu lyfti um fýra milliónir dollarar.

Ófriðarligt hevur verið í býnum síðan 23. august, tá ein hvítur løgreglumaður, skjeyt svarta mannin, Jacob Blake sjey ferðir í ryggin. Sambært familjuni, er Jacob Blake vorðin lamin av hendingini.

Les eisini: Ófriður í amerikanskum býi: Littur maður skotin í ryggin 

Trump segði eisini, at Kenosha hevði verði ’brendur í grund” um tjóðarhirðin ikki var komin til hjálpar.

Hann lýsti oyðileggingarnar sum ”yvirgang”.

- Talan er ikki um friðarlig mótmæli – hetta er innlendskur yvirgangur, segði hann.

Trump vitjaði ikki Jacob Blake á sjúkrahúsinum ella familju hansara.

Forsetin segði kortini, at hann hann hevur samkenslu við teimum, ið eru rakt av tí, ið Jacob Blake hevur verið úti fyri.

Trump vitjaði ein niðurbrendan møblahandil fyri at skoða skaðarnar eftir at mótmælisfólkini høvdu brent handilin niður, skrivar Reuters.

Bæði viðhalds- og mótstøðufólk vóru til staðar, fyri at vísa teirra stuðul ella vanvirðing fyri forsetanum.

- Eg haldi, at nógv fólk síggja, hvat hendir í hesum býum undir demokratiskari leiðslu, og eru ørg um tað. Tey síggja, hvat hendir, og tey fata ikki, at tað hendir í okkara landi. Tað geri eg heldur ikki, segði Trump sambært BBC beint undan vitjanini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder