Uttanlands

Trump: Mótmælisfólk skulu hava harða revsing fyri at fremja herverk á standmyndir

Sambært nýggjari fyriskipan hjá amerikanska forsetanum, skal revsingin fyri herverk raðfestast hægri, og statir kunnu revsast fíggjarliga, um arbeiði teirra at verja standmyndir og minnisvarðar ikki er nøktandi

Ein standmynd av fyrrverandi amerikanska forsetanum, Abraham Lincoln, í Washington D.C., er nú avbyrgd (Mynd: EPA)

Ein standmynd av fyrrverandi amerikanska forsetanum, Abraham Lincoln, í Washington D.C., er nú avbyrgd (Mynd: EPA)

2020-06-27 15:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Revsingin av teimum, ið fremja herverk móti standmyndum og øðrum minnisvarðum, skal raðfestast hægri, og revsingin skal verða hørð, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, sum í gjár undirskrivaði eina fyriskipan um málið.

Sambært fyriskipanini, kann amerikanska stýrið eisini revsa statum fíggjarliga, um arbeiði teirra fyri at verja standmyndir og minnisvarðar ikki er nøktandi.

– Lógloysingar og vinstravendir ekstremistar hava roynt at virka fyri einari ideologi, sum lýsir USA sum grundleggjandi órættvíst, og hesum hava tey roynt at leggja amerikanarar undir gjøgnum harðskap, stendur m.a. í fyriskipanini. Eisini verða mótmælisfólkini lýst sum "søguleysir óvitingar, sum ynskja at oyðileggja alt, sum heiðrar okkara fortíð".

Í dagføring á Twitter boðaði Trump frá, at hann við hesari fyriskipan vildi "verja amerikanskar minnisvarðar og standmyndir".

Hann hevur givið landsins løgmálaráðharra, William Barr, boð um, at uppkláringin av  málum um herverk av minnisvarðum og átrúnaðarligum merkjum skal fáa hægstu raðfesting, skrivar Jyllands-Posten.

Seinastu vikuna hevur málið um mótmælisfólk, sum fremja herverk móti amerikonskum standmyndum og minnisvarðum, sum verða sæddir sum rasistiskar, verið nógv frammi.

Í vikuni hava mótmæli verið í Lincoln Park í Washington D.C., har ein standmynd av fyrrverandi forsetanum, Abraham Lincoln saman við einum littum manni, sum er farin niður á knæ frammanfyri honum, stendur.

Standmyndin skal lýsa frígeringina av trælunum. Men mótmælisfólkini vilja vera við, at standmyndin lýsir tey littu sum undirgivnir. Týsdagin royndu tey at koppa standmyndina, sum nú er undir løgreglueftirliti.

Standmyndin av Lincoln er bert ein av fleiri, sum mótmælisfólk hava roynt at oyðileggja seinastu tíðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder