Uttanlands

Trump náðar fleiri av nærmastu ráðgevum sínum

Vanligt at forsetar eira eina røð av revsifangum áðrenn teir lata lyklarnar til Hvítu húsini víðari til næsta forsetan

Paul Manafort, í miðjuni, á veg inn til ein rættarfund í New York í fjør (Mynd: EPA)

Paul Manafort, í miðjuni, á veg inn til ein rættarfund í New York í fjør (Mynd: EPA)

2020-12-24 11:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Annan dag á rað náðaði Donald Trump, forseti, í gjár eina røð av fólkum, sum vóru partur av sonevndu Russland-kanningini.

Talan er um fyrrverandi ráðgevar  hansara, Paul Manafort og Roger Stone.

Trump hevur nú eirt fýra monnum, sum vóru partur av hesi kanningini, ið snúði seg um at kanna leiklutin hjá Russlandi í sambandi við amerikanska forsetavalið í 2016.

Tveir aðrir lyklapersónar vórðu náðaðir týsdagin, nevniliga fyrrverandi trygdarráðgevin, Michael Flynn og ráðgevin George Papadopoulos.

70 ára gamli Paul Manafort er eitt nú dømdur fyri skattasvik. Hann sleppur nú undan at sita meginpartin av fongsulsrevsingini á sjey og eitt hálvt ár.

Manafort var tann fyrsti av nærmastu ráðgevum Trumps, ið varð ákærdur í sambandi við kanningina.

[object Object]
Roger Stone (Mynd: EPA)

Fyrrverandi ráðgevin, Roger Stone, er dømdur fyri at hava logið undir eiði, men varð longu í summar frítikin fyri revsing. Tað hendi dagin fyri hann skuldi inn at sita dómin.

Stone takkar nú Trump fyri náðanina so at revsingin verður strikað. Hann sigur, at dómurin var politiskur.

Trump náðaði í gjár eisini Charles Kushner, ið er húsameklari og pápi versonin hjá Trump, Jared Kushner. Charles Kushner viðgekk í 2004 at hann hevði snýtt í skatti og ólóliga hevði roynt at ávirka vitni.

Týsdagin vóru tað 15 dømdir persónar, sum forsetin náðaði. Í gjár vóru tey 26.

Tað er vanligt í USA, at forsetin ger brúk av rætti sínum at náða ella stytta revsingar hjá dømdum stutt innan hann letur lyklarnar til Hvítu húsini víðari til næsta forseta.

Eitt nú gjørdi Barack Obama brúk av hesum rætti. Fáar dagar áðrenn hann fór úr Hvítu húsunum gav hann 64 fólkum grið upp á ein og sama dag.

Hesin rættur forsetans er ein gamal siður, ið er skrivaður í amerikansku grundlógina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder