Uttanlands

Trump: Netanyahu einasti rætti leiðarin

Í komandi viku verður val í Ísrael, og amerikanski forsetin sigur, at hann stuðlar sitandi forsætisráðharranum fullkomiliga.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu og amerikanski forsetin, Donald Trump avmyndaðir í Florida í desember 2025 (Mynd: Jim Watson/AFP/Ritzau Scanpix)

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu og amerikanski forsetin, Donald Trump avmyndaðir í Florida í desember 2025 (Mynd: Jim Watson/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-19 16:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump stuðlar ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu undan tjóðartingsvalinum í Ísrael 27. oktober, har 120 limir skulu veljas tí ísraelska tingið, Knesset.

Tað skrivar hann á Truth Social.

– Bibi Netanyahu hevur verið sterkur, djarvur og framúrskarandi yvirfyri harðligari mótstøðu - harundir mótstøðu, sum enntá er komin úr sjálvum Ísrael, skrivar hann sambært Ritzau.

Amerikanski forsetin nevnir eisini álopið hjá USA og Ísrael á Iran 28. februar og sigur, at Netnayahu hevur verið ein frálíkur stríðsmaður og forsætisráðharri og ein stórur samstarvsfelagi fyri friði í stríðnum móti Iran.

– Uttan so at tey (Iran) skjótt broyta atburð, fara vit skjótt at gera arbeiðið liðugt, skrivar Trump og leggur afturat, at fær Ísrael ein skeivan leiðara - sum er einhvør annar enn Netanyahu - noyðast amerikanarar sjálvir at gera arbeiðið liðugt.

Netanyahu takkar á X Trump fyri stuðulin.

– Takk fyri tín stuðul, Trump forseti, og fyri samstarvið. Saman fáa vit uppgávuna gjøgnumførda, skrivar hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder