Í kjalarvørrinum á álopinum á Kongressina 6. januar 2021, varð fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump útihýstur av sosialu miðlunum Facebook, Instagram, YouTube og Twitter. Men nú er hann aftur á øllum sosialum miðlum.
Trump slapp aftur á Twitter í november og eisini á Facebook og Instagram fyrr í ár, og fríggjadagin slapp hann eisini aftur á YouTube.
Trump stillar upp til forsetavalið í 2024, og tað er m.a. orsøkin til, at hann er sloppin aftur á YouTube, boðaði YouTube frá í gjár sambært Ritzau.
Í fjør stovnaði Trump sín egna sosiala miðil, Truth Social. Har hevur Trump uml. fimm milliónir fylgjarar, meðan hann á eitt nú Twitter og Instagram hevur ávikavíst 87 og 23 milliónir fylgjarar.
Trump hevur eina avtalu við Truth Social um, at hann skal leggja dagføringar á miðilin í minsta lagi seks tímar, áðrenn hann kunnger nakað aðrastaðni. Tann avtalan er galdandi fram til juni. Seinasta árið hevur Trump eisini hildið seg til sín egna sosiala miðil, men í gjár legði hann eina sjónbandaupptøku út á YouTube og Facebook – fyri fyrstu ferð síðan januar 2021.
Sjónbandaupptøkan er frá 2016, tá hann vann forsetavalið.
– Eg eri komin aftur, skrivar hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald