Tann 3. november verður tað avgjørt um Donald Trump sleppur at vera búgvandi í Hvítu húsunum í Washington ella um demokraturin Joe Biden sleppur at yvirtaka sessin og valdið.
Fyrsta sjónvarpskjak millum forsetavalevnini verður í nátt klokkan tvey føroyska tíð. Tað verður í býnum Cleveland í Ohio, har kjakast verður um alt frá handfaringini av koronavirusinum og amerikanska búskapin til tilnevningina hjá Donald Trump av hægstarættardómara.
Gera klárt til kjakið (Mynd: EPA)
Chris Wallace, sum er vertur á sjónvarpsrásini Fox News, fer at stjórna kjakinum.
Fleiri sjónvarpsrásir senda kjakið. Millum annað Danmarks Radio á heimasíðuni dr.dk.
Sjónvarpskjakið í nátt verður í Cleveland í Ohio (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald