Í kvøld klokkan 2 føroyska tíð hittast teir báðir Donald Trump og Joe Biden í seinasta sjónvarpskjakinum áðrenn amerikanarar skulu á val 3. november.
Tá teir møttust fyri trimum vikum síðani var tað eitt øgiligt kegl, og verturin fekk nærum ikki orðið upp, so nógv teir báðir, sum vilja vera forseti fyri amerikanska fólkið, brutu hvønn annan av.
Soleiðis sá út seinast teir møttust:
Nú verður enn ein roynd gjørt, men hesaferð er ein broyting. Mikrofonirnar hjá ídnu forsetavalevnunum kunnu sløkkjast, friður fæst at siga tað, sum ein hevur upp á hjarta.
Sjónvarpskjakið, sum sæst ovast í greinini frá klokkan 2 føroyska tíð, verður í Belmont University í Nashville, Tennessee.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald