Uttanlands

Trump og Biden skulu kjakast umvegis netið

Orsøkin er, at Donald Trump hevur fingið staðfest korona – Amerikanski forsetin heldur seg tó ikki kunna smitta nakran, og ætlar hann sær ikki at kjakast umvegis netið

Soleiðis sá út, tá fyrsta orðaskiftið var á skránni 29. september (Mynd: EPA)

Soleiðis sá út, tá fyrsta orðaskiftið var á skránni 29. september (Mynd: EPA)

2020-10-08 15:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nevndin fyri forsetakjakini í sambandi við valið í ár hevur avgjørt, at næsta orðaskiftið millum sitandi forsetan Donald Trump og demokratiska forsetavalevnið Joe Biden, verður umvegis netið.

Næsta orðaskiftið verður 15. oktober í Miami í statinum Florida.

Avgerðin um at hava orðaskiftið talgilt er tikin orsakað av, at Donald Trump hevur fingið staðfest korona, og verður tað sostatt ikki mett at vera forsvarligt, at hann og Biden møta upp.

Hóast valevnini ikki skulu vera fysiskt til staðar, kemur orðstýrarin, Steve Scully, saman við áskoðarum at sita í Miami.

Donald Trump fekk staðfest korona fyri einari viku síðani, og týsdagin kom hann aftur til Hvítu Húsini eftir at hava verið innlagdur í tríggjar dagar.

Amerikanski forsetin ætlar sær tó ikki at kjakast við Biden í komandi viku, um tað verður umvegis netið, sigur hann sambært Ritzau.

– Eg fari ikki at gera eitt talgilt orðaskifti. Eg haldi yvirhøvur ikki, eg smitti, sigur Donald Trump.

Hann sigur seg vera til reiðar at møta upp til orðaskiftið, og hevði hann fegin hildið valfund í kvøld.

Fyrsta orðaskiftið var í Ohio 29. september.

Sí eisini: Video: Keglið millum Trump og Biden

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder