Allar heimsins sjónvarpsstøðir av týdningi fylgdu við, tá norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, og amerikanski forsetin, Donald Trump, klokkan hálvtun tólv í dag heilsaðust á Metropole Hotel í vjetnamesiska høvuðsstaðnum, Hanoi.
Harvið er annar toppfundurin teirra millum nú byrjaður. Eftir at teir høvdu heilsast, og borið fram kurteisligar útsøgnir, sessaðust partarnir til eitt nátturðaborð á hotellinum.
Veruligu samráðingarnar byrja í morgin. Evnið fyri fundin verður avdubbing av kjarnorkuvápnunum hjá Norðurkorea, skrivar Reuters.
Donald Trump segði, meðan teir sótu til fotograferingar fyri fjølmiðlunum, at hann væntaði sær ein gevandi toppfund, og møguliga eisini kunna kunngerða, at koreanska kríggið nú er av.
Norðurkoreanski leiðarin segði, at eisini hann ynskir at munagóð úrslit koma burtur úr fundinum.
Trump og Kim Jong-un hittust fyrstu ferð í juni 2017 í Singapore. Úrslitið av fundinum var, at teir góðu hvør øðrum lyfti um at arbeiða fyri at gera koreansku hálvoynna kjarnorkufría.
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald