Á hvørjum ári ger Gallup eina kanning, har amerikanarar verða spurdir: Hvønn mann og hvørja kvinnu í heiminum hámetir tú mest? Og fyri fyrstu ferð er amerikanski forsetin, Donald Trump, á ovasta plássi á listanum.
Ovasta plássið má hann tó deila við undanmanni sínum, Barack Obama.
Av teimum spurdu, peikaðu 18 prosent á Donald Trump, og somuleiðis peikaðu 18 prosent á Barack Obama.
Sambært DR, er hetta fyrstu ferð, Trump fær hendan heiður men 12. ferð hjá Obama.
Úrslitið lýsir greiða munin millum stuðulsfólkini hjá demokratiska og republikanska flokkinum.
41 prosent av demokratisku veljarunum søgdu, at Obama var tann, sum tey hámettu mest í heiminum. Hetta var bert galdandi fyri trý prosent av republikansku veljarunum.
45 prosent av republikansku veljarunum peikaðu tó á Trump, men tað gjørdu bert tvey prosent av demokratisku veljarunum.
Aðrir, sum lógu millum tey best umtóktu á listanum vóru fyrrverandi amerikanski forsetin Jimmy Carter, Frans pávi, Dalai Lama og Elon Musk. Eingin av teimum hevur tó fingið undirtøku frá meira enn tveimum prosentum.
Ovast á listanum yvir mest hámettu kvinnurnar, liggur fyrrverandi forsetafrúan, Michelle Obama, og er hetta 2. árið á rað. Av teimum spurdu, peikaðu tíggju prosent á hana.
Sum nummar tvey á listanum liggur núverandi forsetafrúan, Melania Trump. Fimm prosent peikaðu á hana.
Onnur nøvn á listanum eru fyrrverandi forsetafrúan og forsetavalevnið, Hillary Clinton, Oprah Winfrey og Greta Thunberg.
Seinastu 72 árini hevur Gallup gjørt hesa kanningina, og í tilsamans 58 ár er sitandi amerikanski forsetin endaður ovast á listanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald