Uttanlands

Trump og Orbán hittast í Florida

Fríggjadagin fer ungarski forsætisráðharrin til Florida at hitta fyrrverandi amerikanska forsetan

Í mai 2019 vitjaði Viktor Orban táverandi amerikanska forsetan Donald Trump í Hvítu Húsunum (Mynd: EPA)

Í mai 2019 vitjaði Viktor Orban táverandi amerikanska forsetan Donald Trump í Hvítu Húsunum (Mynd: EPA)

2024-03-04 10:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 8. mars hittast fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump, og ungarski forsætisráðharrin Viktor Orbán í amerikanska statinum Florida.

Tað upplýsir talsfólk hjá ungarska forsætisráðharranum sambært Reuters.

23. februar upplýsti Orbán, at hann stuðlar Trump í royndini at endurvinna forsetaembætið í USA, tá val verður í november.

– Vit vóna, at sitandi forsetin fer frá, og at Trump forseti fer at koma aftur og fær loyvi at tryggja frið (í Ukraina), segði hann tá.

Orbán hevur áður sagt, at hann er sannførdur um, at ein friðarlig loysn kann gerast í Ukraina við Trump sum forseta. Hann heldur tó ikki, at tað fer at bera til, um Trump ikki verður afturvaldur.

Undan forsetavalinum í 2016 var Orbán einasti stjórnarleiðari í ES, sum alment boðaði frá, at hann stuðlaði Trump.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder