placeholder
Uttanlands

Trump og Putin hittast møguliga í november

Teir skulu eftir ætlan báðir luttaka á toppfundi í Kina fyri lond í APEC-samstarvinum.

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: Gavriil Grigorov/AFP/Ritzau Scanpix)

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: Gavriil Grigorov/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-09-07 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein fundur millum Russiska forsetan, Vladimir Putin og amerikanska forsetan, Donald Trump verður møguliga í november.

Teir ætla sær báðir við á APEC-toppfundin fyri lond í Asia og Kyrrahavsøkinum, sum verður hildin í Kina í november, og verður tað í hesum sambandi, at skipað møguliga verður fyri einum fundi.

Tað sigur ráðgevi hjá russiska forsetanum, Jurij Usjakov sambært russisku tíðindastovuni Tass.

– Teir ætla báðir at luttaka á APEC-toppfundinum. Sjálvandi fara vit at royna at skipa fyri øðrum fundum fyri okkara leiðara, harímillum við Xi Jinping forseta (í Kina), og um møguleiki verður fyri tí, fer leiðari okkara eisini at hitta forsetan hjá USA.

Usjakov hevur sagt, sambært Reuters, at talan møguliga verður um trípartafund millum Putin, Xi og Trump.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder