Mary Trump, bróðurdóttirin hjá amerikanska forsetanum, hevur stevnt Donald Trump og systkin hansara fyri svik.
Hon vil vera við, at tey hava snýtt hana fyri fleiri mió. dollarar, sum hon átti at fingið í arv.
Hon hevur stevnt Donald Trump, Maryanne Trump Barry og búgvið eftir Robert Trump, sum doyði í august, skrivar Ritzau.
Sambært Mary Trump, hava Trump systkinini virkað saman við øðrum partum.
– Heldur enn at verja áhugamálini hjá Mary, hava tey lagt eina torgreidda ætlan fyri at tøma hana fyri pengum, dekka yvir svikið hjá teimum, og snýtt hana í mun til veruliga virðið av arvi hennara, stendur m.a. í málinum.
Ákærurnar verða eisini nevndar í nógv umrøddu bókini hjá Mary Trump, "Too Much and Never Enough: How My Familiy Created the World's Most Dangerous Man" (Ov nógv og ongantíð nóg mikið: Hvussu mín familja skapti vandamiklasta mannin í heiminum).
Bókin, sum varð givin út í juli, snýr seg um Trump familjuna og um, hvussu tað var hjá Mary Trump at vaksa upp í familjuni.
Mary Trump er dóttir eldra beiggja Donald Trump, Fred Trump Jr., sum doyði í 1999.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald