Uttanlands

Trump og Zelenskyj samdir um at hittast

Amerikanska forsetavalevnið Donald Trump og ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj siga báðir, at teir høvdu eina góða telefonsamrøðu fríggjadagin

Donald Trump, republikanskt forsetavalevni, og Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina (Mynd: Getty Images)

Donald Trump, republikanskt forsetavalevni, og Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina (Mynd: Getty Images)

2024-07-21 12:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin tosaði republikanska forsetavalevnið Donald Trump í telefon við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, og sambært bæði Trump og ukrainskum keldum var talan um eina góða samrøðu, skrivar miðilin Politico.

Fyrrverandi amerikanski forsetin skrivar á sín egna sosiala miðil, Truth Social, at Zelenskyj ynskti honum til lukku við tilnevningini sum republikanskt forsetavalevni og fordømdi morðroyndina á valfundinum í Pennsylvania farna vikuskifti.

Trump sigur eisini, at hann ætlar at fáa ein enda á krígnum í Ukraina

– Eg var fegin um, at Zelenskyj forseti setti seg í samband við meg, tí eg, sum tann næsti forsetin í USA, fari at skapa frið í heiminum og fáa ein enda á krígnum, sum hevur kravt so nógv lív.

Zelenskyj skrivar á sosiala miðilin X, at hann og Trump eru samdir um at hittast andlits til andlits.

– Ukraina eru takksom fyri stuðulin úr USA (...) Vit samdust við Trump um, at vit á einum persónligum fundi skulu umrøða tey stig, sum kunnu takast fyri at skapa frið, sum er rættvísur og varandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder