Uttanlands

Trump Organization skal rinda 1,6 milliónir dollarar

Í desember staðfesti ein dómstólur í New York, at samtakið, sum fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump eigur, í meira enn 15 ár hevur framt skattasvik, og nú er avgjørt, at samtakið skal rinda hægst møguliga sektargjaldið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-01-15 16:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

6. desember staðfesti ein dómstólur í New York, at samtakið Trump Organization, sum fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump eigur, hevur framt skattasvik í fleiri ár, og fríggjadagin varð boðað frá, at Trump Organization skal rinda 1,6 milliónir dollarar í sekt. Hetta svarar til uml. 11 milliónir í okkara krónum.

Samtakið, sum eigur gistingarhús, golfvøllir og aðra fastogn, hevur í meira enn 15 ár framt skattavik. M.a. snýr málið seg um, at samtakið hevur goldið persónligar útreiðslur hjá ovastu leiðsluni, m.a. leigu av húsi og bili, uttan at skráseta hetta, skrivar DR.

Í New York ásetur lógin, at fyritøkur í mesta lagi skulu rinda 1,6 milliónir dollarar í sekt, og tað er júst tann upphæddin, sum samtakið skal rinda.

Donald Trump var ikki skuldsettur í málinum, og hann sigur seg heldur ikki hava vitað nakað um tað, sum gekk fyri seg.

Talsfólk hjá Trump Organization sigur, sambært CNBC, at talan hevur verið um eina politiska heksajagstran.

– Vit hava einki gjørt skeivt, og vit fara at kæra dómin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder