Uttanlands

Trump-partabrævið hækkar

Mett verður at møguleikarnir hjá Donald Trump til aftur at gerast forsseti eru batnaðir munandi eftir skottilburðin um vikuskiftið

Hert løgregluvarðhald uttan fyri Trump-bygningin í New York eftir skottilburðin (Mynd: EPA)

Hert løgregluvarðhald uttan fyri Trump-bygningin í New York eftir skottilburðin (Mynd: EPA)

2024-07-15 17:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Partabrævið í Trump Media & Technology Group hækkaði í dag munandi eftir skottilburðin á einum veljarafundi um vikuskiftið.

Tað veit fíggjarmiðilin MarketWire at siga, sambært Ritzau.

Áðrenn handilin veruliga byrjaði seinnapartin í dag okkara tíð var partabrævið hækkað 67 prosent. Tríggjar tímar eftir at keypsskálarnir lótu upp, var hækkingin um 30 prosent.

Fyrrverandi amerikanski forssetin og núverandi forsetavalevnið, Donald Trump, var leygardagin fyri eini drápsroynd undir einum veljarafundi í Pennsylvania. Meðan hann tosaði til veljararnar, fullu nøkur skot, harav eitt rakti fyrrverandi forsetan í høgra oyra.

20 ára gamli maðurin, ið verður hildin at hava latið skotini av, varð stutt eftir skotin og dripin av Secret Service. Myndugleikarnir hava síðan sagt, at hann var einsamallur um illgerðina.

Eftir hendingina halda flestu eygleiðarar, at Trump nú er komin nógv tætteri einum valsigri á forsetavalinum í november. Hann verður alment valdur sum valevni fyri republikanska flokkin á landsfundinum hjá flokkinum, sum byrjaði í dag.

- Eg átti ikki at verið her, eg átti at verið deyður, segði Trump í samrøðu við New York Post umborð á flogfarinum á veg til landsfundin í Milwaukee í statinum Winconsin.

Á landsfundinum fer Trump væntandi at avdúka, hvønn hann velur til at vera varaforsetavalevni.

Landsfundurin hjá republikanarunum heldur fram til hósdagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder