Uttanlands

Trump: Ríkisrættarmálið er skjótt yvirstaðið

Hoyringar í Senatinum byrja týsdagin, og amerikanski forsetin væntar ikki, at nógv tíð fer við málinum

Donald Trump (Mynd: EPA)

Donald Trump (Mynd: EPA)

2020-01-18 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ríkisrættarmálið móti amerikanska forsetanum, Donald Trump, fer ikki at vara leingi.

Tað segði forsetin sjálvur hósdagin, tá viðgerðin av málinum byrjaði í Senatinum hósdagin.

- Eg haldi, tað kemur at ganga skjótt fyri seg. Tað er sera eintáttað. Tað er eitt svikabragd, segði hann sambært Ritzau.

Ákærurnar í ríkisrættarmálinum vórðu lisnar upp í Senatinum hósdagin.

Trump er ákærdur fyri valdsmisnýtslu fyri at royna at leggja trýst á ukrainska forsetan at fáa hann at seta í verk eina kanning av fyrrverandi varaforsetanum og núverandi forsetavalevninum, Joe Biden og soni hansara, Hunter Biden. Harafturat er hann eisini ákærdur fyri at hava arbeitt ímóti Kongressini, meðan málið varð kannað.

Hoyringarnar í Senatinum skulu sambært BBC byrja týsdagin, og sambært fleiri miðlum, verða tað m.o. Kenneth Starr og Alan Dershowitz, sakførarar, sum skulu verja Trump.

Kenneth Starr stóð á odda fyri kanningini, sum elvdi til ríkisrættarmálið móti Bill Clinton í 1998, og Alan Dershowitz fekk í 1995 amerikanska fótbóltsleikaran O.J. Simpson fríkendan fyri morð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder