Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, rindaði 1,1 milliónir dollara í skatti í tveimum av sínum fýra árum í Hvítu Húsunum. Men næstan ongan skatt hini bæði árini.
Hetta framgongur í eini nýggjari frágreiðing, ið gjørdist almenn í gjár.
Tølini vórðu løgd fram fyri eina skattanevnd í kongressini, og vísa at 76 ára gamli milliardingurin javnan hevur víst á stór hall í sínum forrætningum fyri at sleppa undan at rinda skatt í tíðarskeiðinum 2015 til 2020.
Í 2018 og 2019, millumárini í forsetaskeiðinum, kom skattaupphæddin á nakað meira enn eina millión dollarar, meðan hann tilsamans rindaði 750 dollarar í 2017.
Seinasta árið í Hvítu Húsunum, árið tá hann tapti forsetavalið, rindaði hann als ongan skatt yvirhøvur, skrivar NRK.
Ein fíggjarætlanarnevnd í amerikanska umboðsmannatinginum samtykti í gjár at almannakunngera skattaviðurskiftini hjá fyrrverandi forsetanum ein av komandi døgunum.
Hetta varð samtykt við 24 atkvøðum fyri og 16 ímóti. Demokratarnir atkvøðu fyri og republikanararnir atkvøddu ímóti.
Henda avgerðin er endin á eini langari politiskari og løgfrøðiligari togtogan um innlit í fíggjarligu viðurskiftini hjá Trump. Fyrrverandi forsetin hevur av øllum alvi stríðst fyri, at upplýsingarnar, ið hann hevur latið skattavaldinum, framhaldandi skuldu vera privatar.
Aðrir forsetar hava annars allir almannakunngjørt síni viðurskifti við skattavaldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald