Uttanlands

Trump royndi at misbrúka løgmálaráðið til at vinna valið

Fyri at kunna sáa iva um valúrslitið og hareftir kolldøma tað royndi Donald Trump at seta síni fólk í løgmálaráðið, men tað miseydnaðist vísti seinasta hoyringin í Kongressini

Fleiri av leiðandi embætismonnunum í løgmálaráðnum vóru ikki at vika, tá Donald Trump royndi at fáa teir at vera partur av royndunum at broyta valúrslitið. Teir vitnaðu allir undiur 4. hoyringini hósdagin.

Fleiri av leiðandi embætismonnunum í løgmálaráðnum vóru ikki at vika, tá Donald Trump royndi at fáa teir at vera partur av royndunum at broyta valúrslitið. Teir vitnaðu allir undiur 4. hoyringini hósdagin.

2022-06-25 19:18 Author image
Jan Müller
placeholder


Tað var fullkomin tøgn í Kongresshøllini, tá tríggir av teimum leiðandi embætismonnunum í amerikanska løgmálaráðnum eins og onnur úr Hvítu Húsunum hósdagin løgdu fram sínar upplivingar, tá táverandi forsetin Donald Trump dag um dag royndi at sannføra teir um, at valið var stolið frá honum, og teir tí áttu at akta hansara boðum um at gera sítt til at steðga góðkenningini av valúrslitinum.

Men tá tað gjørdist Donaldi Trump greitt, at hann megnaði ikki at sannføra hvørki valfólk og embætisfólk kring landið at broyta valúrslitið, og at krøv um nýteljing av atkvøðum og krøv til dómstólar í heili 60 umførum ikki góvu úrslit, tá var Løgmálaráðið helst seinasti møguleikin at fáa vent gongdini, soleiðis at hann kundi vera sitandi sum forseti. Men tað skuldi ikki ganga, sum hann hevði vónað. Tí hóast Trump legði sektina á, hvussu skipanin millum stovnar og ráð og Hvítu Húsini  virkaði, so slapp hann ikki hesaferðina at trýsta løgmálaráðið til at gerast partur av sínum politiska stríði.

Hesum kundu tey trý vitnini Engel, Donahouge og Rosen, sum allir vóru millum ovastu fólkini í Løgmálaráðnum við drúgvum royndum og høgt virdir, vátta uttan so mikið sum at blunka. Teirra útsøgnir vóru krystallklárar og ærligar. Allar bóru tær boð um, at Trump vildi hava teir at vera partur av royndini at forða fyri, at valúrslitið varð góðkent, kom fram undir hoyringini.

Tá sjálvur løgmálaráðharrin Bill Barr hevði gjørt Trump púra greitt, at hansara roynd at broyta valúrslitið, var einki minni enn “bullshit” og  “crazy” og átti ikki ein dropa av sannleika í sær, og hann segði seg úr sessinum, fór Trump bara víðari til aðrar medarbeiðarar í løgmálaráðnum fyri at fáa teir at akta boðum sínum. Tá hann royndi at seta ein av sínum viðhaldsmonnum, Clarke,  í sessin hjá Bill Barr elvdi tað til nærum uppreistur í ráðnum. Øll søgdu seg vilja siga upp, um maðurin hjá Trump, Clarke, varð útnevdur til løgmálaráðharra, tí hann hevði als ongar fortreytir fyri tí, tó at hann var ein av stuðlunum hjá Trump.

Clarke og hansara næstu, her m.a. ein av sakførarunum hjá Trump, nevndur Eastmann, vóru  longu tá, eftir loyniligt samstarv við Trump, í ferð við at skriva brøv til valnevndirnar í statum sum Georgia við boðum frá løgmálaráðnum um at koyra verandi valeygleiðarar frá og velja nýggjar valeygleiðarar, sum so skuldu fáa broytt valúrslitið. Men tá tað heldur ikki gekk sum ætlað, stóð so nógv á Trump, at hann ringdi til ovasta valumsitaran í statinum og bað hann skaffa so mikið nógvar atkvøður, at tær broyttu valúrslitið. Men tað gjørdi hann ikki.

Donoghue, eitt av vitnunum, sum sambært eygleiðarum kann fáa stóran týdning, um løgmálaráðið velur at fara víðari við málinum, greiddi sera neyvt frá øllum tí, sum hendi rundan um royndirnar at fáa ráðið at vera partur av kvettroyndini.

Tá hann kendi á sær, at hann ikki kundi hava álit á Trump meira, tí hann alla tíðina broytti útsøgnirnar, setti hann sær fyri, sjálvur við egnum penni at skriva alt niður, sum varð sagt, og fleiri av hansara notatum eru nú týðandi  partur av arbeiðinum hjá kanningarnevndini.

Hann segði bart út við Trump, tá hann ætlaði at seta ein fullkomiliga óroyndan advokat sum ovasta fyri løgmálaráðið, ein sum ongantíð hevði tikið lut í kriminellum sakarmálum, til bráddliga at vera arbeiðsgevara hjá 115.000 starvsfólkum og øllum FBI, at hetta var einki minni enn “nuts”, fullkomiliga burturvið og totalt óforsvarligt. Tá so meginparturin av starvsfólkunum hóttu við at siga upp, um Clarke varð settur, kendi Trump seg tvingaðan at fara burtur frá hesi ætlan men helt tó fram á øðrum “hermótum”. 

Donoghue greiddi undir hoyringini frá einum fundi hann hevði við Trump um Clark:

‘Mr. President, you’re talking about putting a man in that seat who has never tried a criminal case, who’s never conducted a criminal investigation. He’s telling you that he’s going to take charge of the department — 115,000 employees, including the entire FBI, and turn the place on a dime and conduct a nationwide criminal investigations that will produce results in a matter of days? It’s impossible. It’s absurd. It’s not going to happen. It’s going to fail. He has never been in front of a trial jury, a grand jury. He’s never even been to [FBI Director Christopher] Wray’s office.’ … ‘It’s not going to happen. He’s not competent.’

Donoghue was asked whether anyone in the room thought Clark had the appropriate background or supported Clark as acting attorney general. He responded: “No one.” skrivar Washington Post frá hoyringini. 

Nakað tað sama hendi í Arizona. Alla staðni var tó greiða svarið, at valúrslitini vóru góðkend og lóglig. Ikki færri enn 60 rættarmál kring alt USA staðfestu, at valið fór rætt og reiðiliga fram. So mikið desperatur var Trump, kom fram undir hoyringini, at hann helt fast við, at 5000 deyðir amerikanarar høvdu valt Biden. Hetta kundu vitni vísa aftur. Talan var í mesta lagi um ein persón.

Tað var tá hetta ikki eydnaðist hjá Trump, at hann fór undir seinasta leikin, nevniliga at fyrireika álopið á Kongressina og forða sínum varaforseta í at góðkenna valúrslitið. Tað kom fram undir hoyringini av teimum trimum, at teir mettu royndirnar hjá Trump at kolldøma valúrslitið var at meta sum "a murder-suicide pact".

Jeffrey Rosen, sum fyribils tók við eftir Bill Barr sum løgmálaráðharri segði, at tað gekk ikki dagur, at Trump ikki kravdi av sær, at hann skuldi sáa iva um valúrslitið og so legði aftrat: "leave the rest to me and the Republican congressmen".Tað vísti Rosen aftur, tí teir  hildu ikki, at útsøgnirnar hjá Trump bygdu á fakta ella lógina.

Trump og hansara mest trúgvu viðhaldsfólk, her bæði sakførarar og politikarar, komu nú við einari konspiratiónsteori fyri og aðrari eftir antin tað var at geva italskum fylgisveinum skyldina fyri at hava flutt atkvøður frá Trump til Biden ella tað vóru teljimaskinur framleiddar í Venzuela við tí fyri eygað at broyta valúrslitið.

Tað kom so eisini fram undir hoyringini, at fleiri republikanskir politikarar og nakrar av næstu ráðgevum og sakførarunum hjá Trump – tá teir sóu, at royndirnar at broyta valúrslitið ikki fóru at eydnast – royndu at fáa Trump at náa teir, skuldu teir fingið eina sak uppá nakkan seinni. Hetta bleiv kortini av ongum.

Nú henda fimta hoyringin er av verður ein steðgur til í juli, tá tað helst verða tvær hoyringar. Tað vísir seg, at fleiri fólk hava heitt á kanningarnevndina um at leggja fram sínar søgur og eygleiðingar.

Hóast kanningarnevndin ikki hevur møguleika at seta fram ákærur ella fara víðari við málinum, so er tað einans løgmálaráðharrin, ið kann tað. Men kanningarnevndin hevur gjørt greitt, at er tilfar frá hoyringunum, sum løgmálaráðið heldur seg kunna brúka í eini kanning um, hvørvítt Trump og onnur rundan um hann hava gjørt seg sek í brotsgerðum og lógarbrotum av ringasta slag, so er hon tilreiðar at lata hetta.

Í løtuni er annars stórur spenningur, um løgmálaráðharrin í statinum Georgia fer at stevna Trump inn fyri rættin, eftir at hann í bandaðari samrøðu bað valovastan í statinum um at fremja lógarbrot og finna nokk av atkvøðum til, at hann kundi verða valdur.

Ein kanning vísir, at nærum 60% av amerikanska fólkinum heldur tað vera rætt at stevna Trump inn fyri hægri rætt við ákæru um eina roynd at fremja statskvett.

Stóri spurningurin er so, um løgmálaráðharrin heldur tilfarið frá hoyringunum higartil og teimum, sum koma aftrat, er nóg mikið til at stevna Trump, ella um Gerrick Garland sjálvur longu hevur útvegað sær neyðugu prógvini uttan um kanningarnevndina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder