Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, bað í gjár ein dómstól um at seta fyribils bann fyri, at fregnarløgreglan, FBI, kann kanna tey skjøl, sum hald varð lagt á í heimi hansara í Florida fyrr í mánaðinum.
Samveldisløgreglan skal ikki sleppa at at gjøgnumganga skjølini, fyrr enn ein serligt embætisfólk er valt til at halda eyga við gjøgnumgongdini, verður sagt í umbønini.
Áheitanin frá Trump til ein dómstól í West Palm Beach í Florida biður eisini um, at løgmálaráðið handar honum ein lista yvir, hvat hald varð lagt á í bústaðnum, Mar-a-Lago, hin 8. august.
Fyrrverandi forsetin biður eisini um, at ognir, ið ikki eru umfataðar av húsarannsóknarúrskurðinum, verða latnar honum aftur, skrivar Reuters.
- Politikkur skal ikki ávirka umsitingina av rættvísi, stendur í umbønini.
Serliga embætisfólkið, sum Trump vil hava sett, er tað, sum í amerikanskari rættarskipan kallast ein "special master".
Slík kunnu útpeikast í serliga viðkvomum málum til at gjøgnumganga tilfar, sum hald er lagt á fyri at tryggja, at granskarararnir ikki fáa atgongd til “priviligeraða vitan”.
Rannsóknin í Mar-a-Lago var partur av kanning fyri at finna út av, um Trump hevði tikið loynilig skjøl við sær, tá hann flutti úr Hvítu húsunum í januar 2021. Nøkur av skjølunum, sum hald varð lagt á, vórðu frámerkt “top secret”.
Hetta frámerkið verður bert sett á vardar upplýsingar, sum viðvíkja trygdina hjá tjóðini. Slík trúnaðarskjøl eru vanliga bert at finna í stjórnarbygningum.
Amerikanska stjórnin hevur, sambært New York Times, fingið yvir 300 trúnaðarskjøl aftur úr Mar-a-Lago, eitt nú skjøl frá fregnartænastunum CIA, NSA og FBI.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald