Fyrrverandi forsetin í USA, Donald Trump, hevur saksøkt nevndina í Umboðsmannatinginum, sum í løtuni arbeiðir við at kanna hvat hendi undir álopinum móti amerikansku kongressini 6. januar.
Hetta hendir í eini roynd at forða fyri, at fleiri loynilig skjøl um tilburðin, verða latin kanningarnevndini, skrivar amerikanski miðilin NPR.
Trump og sakførar hansara halda, at skjølini, sum nevndin vil hava innlit í, eru vard av eini serligari lógarheimild, ið tryggjar forsetan rætt til at hava samskifti í trúnaði við ráðgevarar sínar.
Fleiri løgfrøðingar vísa tó á, at tað bert er sitandi forsetin, sum hevur rætt til at krevja rættin at halda sínar samrøður við ráðgevarar sínar loyniligar, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald