2019-07-31 12:42
1. september vitjar Donald Trump í Póllandi. Spurdur um hann ætlaði at vitja aðrastaðni, meðan hann var í Evropa, svaraði Trump:
- Vit hyggja uppá tað. Vit fara møguliga til Danmarkar - vit hyggja uppá tann møguleikan
Hetta merkir, at nógv umstríddi forsetin í USA møguliga vitjar Danmark seint í august. Í Danmark verður longu tosað um, hvussu nógv hetta fer at krevja í mun til trygd. Tað er nógv, ið skal leggjast til rættis, tá ein forseti vitjar.
Danmark hevur tríggjar ferðir áður havt forsetavitjan úr USA. Í 1997 var Bill Clinton í Danmark, í 2005 George W. Bush, og í 2009 var tað Barack Obama.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald