Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump skal rinda amerikanska rithøvundanum og journalistinum E. Jean Carroll 83,3 milliónir dollarar í endurgjald fyri ærumeiðing, hevur ein dómstólur í statinum New York avgjørt.
Upphæddin svarar til umleið 572 milliónir í okkara krónum.
Í 2019 varð Trump alment lagdur undir at hava neyðtikið Carroll í einum passirúmi í vøruhúsinum Bergdorf Goodman í New York miðskeiðis í 90unum. Hesum hevur Trump víst aftur, og hevur hann lagt hana undir at hava funnið uppá hesa søguna fyri at selja fleiri eintøk av sínum endurminningum, og tað er hetta, sum Carroll metti vera ærumeiðandi.
Fyrrverandi amerikanski forsetin skrivar á sosiala miðilin Truth Social, sum hann sjálvur er stovnari av, at hann fer at kæra dómin.
Nevningatingið brúkti tríggjar tímar um at koma til eina avgerð. Tað hevur bert tikið støðu til, hvussu stórt endurgjald Trump skuldi rinda, og ikki um hvørt Trump hevur framt neyðtøkuna og síðani logið um hana, skrivar Ritzau.
Donald Trump hevur longu tapt eitt rættarmál um ærumeiðing móti E. Jean Carroll. Tað málið endaði í mai í fjør við, at hann skuldi rinda henni fimm milliónir dollarar (34 milliónir krónur) í endurgjald.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald