Uttanlands

Trump sleppur ikki at blokera fylgjarum á Twitter

Ein kærudómstólur hevur staðfest, at tað er í stríð við stjórnarskipanina, at amerikanski forsetin ikki letur fólk ið finnast at honum fylgja sær á sosiala miðlinum

2019-07-10 09:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Knight First Amendment Institute á Columbia universitetinum hevur vunnið sakarmál ímóti amerikanska forsetanum. Tað var vegna sjey fólk, ið øll eru vorðin blokeraði á Twitter av Donald Trump, at sakarmál var reist. Felags fyri hesi fólkini er, at tey hava funnist at umstrídda forsetanum og politikki hansara. Ein kærudómstólur í New York staðfesti í gjár, at hetta beinleiðis er í stríð við stjórnarskipanina, og hetta brýtur talufrælsi. Hetta skrivar tíðindastovan Reuters. 

Dímstolen vísir á, at tað sum Trump kemur við dagliga á sosialu miðlunum er so alment, at tá 73-ára gamli forsetin velur at blokera atfinningarsamar røddir, so stírður tað við "The First Amendment" - tann grundleggjandi fyrsta punktið í amerikonsku grunlógini, ið millum annað umtalar talufrælsi. Ein grundgeving er, at stjórnin ikki kann framhevja síni sjónarmið við at blokera ella undirtrykkja sjónarmið hjá øðrum, ið ikki eru samd.

Løgmálaráðið er vónbrotið, og kannar nú møguleikan at taka málið víðari. Talskvinnan Kelly Laco sigur, at tað ikki er í stríð við The First Amendment, tá Donald Trump velur at blokera ein Twitter-brúkara. Stjórin í Knight First Amendment er ósamdur, og sigur at sosialir miðlar í dag spæla ein sera týðandi leiklut í millum annað kjakinum um politikk, og tí er tað ikki rætt, at fólk verða útihýst orsakða av teirra sjónarmiðum. 

Donald Trump hevur heili 61,8 milliónir fylgjarar á Twitter, og hann nýtir miðilin regluliga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder