Í gjár hevði nýggi Twitter-eigarin Elon Musk eina atkvøðugreiðslu á sínum Twitter-vanga, har brúkarar kundu atkvøða um, hvørt fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, sum varð útihýstur av sosiala miðlinum í januar 2021, skuldi sleppa aftur á Twitter.
Og eftir at ein lítil meiriluti segði seg vera fyri hesum, hevur Elon Musk givið Trump atgongd til Twitter aftur.
Sambært tíðindastovuni Reuters atkvøddu góðar 15 milliónir fólk, og 51,8 prosent av teimum søgdu seg vera fyri at loyva Trump aftur á Twitter.
Tá Trump varð útihýstur av Twitter 8. januar í fjør, hevði hann yvir 88 milliónir fylgjarar, og í skrivandi stund hevur hann 52,1 millión fylgjarar.
Síðan Elon Musk yvirtók Twitter, er Trump fleiri ferðir spurdur, um hann ætlaði aftur á Twitter, um hann fekk møguleikan, og so seint sum í gjár segði Trump, at hann ongan áhuga hevði í at fara aftur á Twitter.
Eftir at hann varð útihýstur av Twitter og øðrum sosialum miðlum, stovnaði Trump sín egna sosiala miðil, Truth Social, sum hann sigur seg dáma betur enn Twitter.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald