![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Landsparturin Idlib er á martinum til Turkaland og liggur stórar 60 kilometrar frá størsta býnum í Sýria, Aleppo. Uppreistrafólk tóku tíðliga í borgarakrígnum ræðið á honum, og tað hevur seinastu árini verið sera ófriðarligt har.
Stjórnin í Sýria hevur saman við Russlandi og Iran áhuga at yvirtaka økið, men hetta setur sivilfólk í vanda. Donald Trump hevur í dag rópa varskó á sosisala miðlinum, Twitter:
- Russia, Sýria og Iran drepa ella eru á veg til at drepa túsundtals og ósekum sivilum í Idlib landspartinum. Ikki gera tað! Turkaland arbeiðir hart fyri at steðga hesum blóðbaðinum.
Seinasti parturin sipar til, at Turkaland í løtuni er í samráðingum við Russland um eina vápnahvíld í økinu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald