Amerikanska umboðsmannatingið hevur loksins fingið nýggjan formann eftir at formanssessurin hevur staðið tómur í tríggjar vikur eftir at fyrrverandi formaðurin, republikanarin Kevin McCarty varð trýstur frá av sínum egnu.
Hetta var fyrstu ferð, at ein sitandi formaður í umboðsmannatinginum varð trýstur frá.
Nýggi tingformaðurin eitur Mike Johnson og er republikanari. Undir atkvøðugreiðsluni í nátt fekk hann 220 atkvøður, sum var nóg mikið til at verða valdur. Demokraturin Hakeem Jeffries fekk 209 atkvøður.
Nýggi tingformaðurin fyri umboðskannatingið er rættiliga ókendur í almenninginum, og verður lýstur sum ein sera konservativur politikari, skrivar DR.
Síðan Kevin McCarty varð koyrdur frá, hevur stóri spurningurin veri hvør fór at avloysa hann í formanssessinum. Fleiri hava bjóða seg fram, teirra millum republikanararnir Jim Jordan og Steve Scalise, men ongin teirra kundi savna neyðuga meirilutan.
Nú avloysarin loksins er funnin, verður aftur møguleiki hjá tinginum at arbeiða.
51 ára gamli Mike Johnson umboðar høgraveingin í republikanska flokkinum og er ein av stuðlunum hjá fyrrverandi forsetanum, Donald Trump.
Hann er serliga kendur fyri at hava staðið á odda fyri 126 republikanskum politikarum, sum hava roynt at fáa hægstarætt í USA til at broyta valúrslitini í fleiri statum eftir at Trump tapti forsetavalið í 2020.
Tí er tað eisini ein sigur fyri “Make America Great Again”-veingin, at Mike Johnson nú setir seg í formansstólin í umboðsmannatinginum, skrivar DR.
Donald Trump var eisini skjótur til alment at ynskja Mike Johnson til lukku við valinum.
Persónurin, sum situr í formanssessinum verður mettur fyri at vera nummar trý í røðini av valdmiklastu persónunum í USA eftir forsetan og varaforsetan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald